Stórur vatnleki á Villingadalsvegnum

Fólk hava mist vatnið á Villingadalsvegnum millum ringvegin og Mækjugøtu.

Vatnveitingin kann onkra løtu eisini verða óstøðug í Eysturbýnum.

 

Arbeitt verður í løtuni við at tetta lekan og vónandi verður arbeiðið liðugt út á kvøldið.