- Vit eru so glað fyri vitjanina, og at hon soleiðis hevur varpað ljós á rættindini hjá teimum við autismu í Føroyum, sigur Heid Aagaard, forkvinna í Autismufelagnum í Føroyum.
Maria, prinsessa, var í farnu viku í Føroyum og vitjaði felagið í samband við 25 ára føðingardagin hjá felagnum.
Heidi Aagaard fegnast um autismuflokkarnar í studentaskúlanum í Føroyum.
- Tað er so týdningarmikið, at tey fáa góðar útbúgvingarmøguleikar, men her í Føroyum er eisini ein stórur tørvur á nøktandi bústøðum til tey, ið hava autismu, sigur Heidi Aagaard.
Eisini er stórur tørvur á arbeiðstilboðum.
- Vit mugu hava skipað og tillagað arbeiðstilboð til hesi fólkini. Tey sita inni við nógvari vitan, sigur hon. Kanningar í Danmark vísa, at tey eru effektivari arbeiðsfólk enn onnur, í onkrum føri hava tey ikki tørv á fleiri enn 25 tímum at gera sama arbeiði, sum onnur brúka eina heila arbeiðsviku um.
- Tað krevur tó, at arbeiðsumstøðurnar eru tilrættalagdar teirra tørv, men sum er mangla slík tilboð her í Føroyum, sigur Heidi Aagard.









