Stórur starvsfólkadagur hjá Bank Nordik

400 starvsfólk hjá Bank Nordik eru í dag á samansjóðingartúri

Nakað fyri døgurða í dag var ein riðil av fólki at síggja uppi á Hálsi í Havn. 

 

Talan er um starvsfólkahópin hjá Bank Nordik, sum í dag hava ein sokallaðan starvsfólkadag, har felagið Coast Zone skipar fyri ymsum tiltøkum, ið hava til endamáls at samansjóða starvsfólkini.

 

Tilsamans eru eini 400 starvsfólk við á starvsfólkadegnum. Hesi koma frá Grønlandi, Føroyum og Danmark.

 

Henda seinnapartin eru tey farin útferð til eitt nú Vestmanna og út á Borðina.

 

Seinni verður matur og tónleikur í Østrøm.