Mánadagin hin 27. januar byrjaði nýggjur skiparaflokkur á Sjónámi í Klaksvík, og hetta er ein rættiliga stórur flokkur, heili 18 næmingar.
- Eg haldi, tað eru nøkur ár síðan, at vit høvdu so nógvar næmingar seinast í einum skiparaflokki her á skúlanum, sigur Brandur H. í Funningsstovu, deildarleiðari.
Hann fegnast um stóra áhugan at lesa til skipara í Klaksvík og vísir á, at áhugaði altíð kunnu venda sær til skúlan og fáa neyvari kunning um møguleikar og útbúgvingar.
Í løtuni eru 10 næmingar undir útbúgving sum skipsatstøðarar, og níggju alivinnunæmingar eru á dugnaskaparskeiði í sigling.
- Hetta gevur tilsamans 37 lesandi á Sjónámi, umframt at vit hava hópin av skeiðsluttakarum hvørja viku, sigur deildarleiðarin, Brandur H. í Funningsstovu.
Meira um útbúgvingar og skeiðvirksemi á skúlanum í Klaksvík kann lesast á www.sjonam.fo