Í oktober í ár fekk Tvøroyrar kommuna 5.071.021 miljónir krónur inn í persónskatti.
Hetta er ein vøkstur á 17,79 prosent í mun til sama mánað í fjør.
Samlaða skattainntøkan hjá Tvøroyrar kommunu higartil í ár er 44.469.456 miljónir krónur í mun til 41.709.419 miljónir krónur í fjør.
- Hetta er ein vøkstur á 6,62 prosent, sigur kommunan.