Helmingurin av fíggjarætlanini fer til skúlan í Leirvík

64 milliónir krónur eru settar av til íløgur í Eysturkommunu í 2025, og umleið helmingurin av hesum fer til ætlaðu skúlaútbyggingina í Leirvík

 

Á býráðsfundi hósdagin hin 28. november varð fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu fyri 2025 einmælt samtykt. Býráðið hevur síðan í heyst viðgjørt fíggjarætlanina.

 

Inntøkan fyri 2025 er mett til 143,6 milliónir krónur. Skattaprosentið verður eins í ár 19,9, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 9.000 krónur fyri hvørt barnið. 

 

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hjá Eysturkommunu í 2025 eru mettar til 122,3 milliónir, har serliga kjarnuuppgávurnar eru høgt raðfestar og eru umleið helmingurin av rakstrarjáttanini.  

 

Kjarnuuppgávurnar eru eitt nú barnaansing og eldrarøkt.

 

- Sum nakað nýtt, er peningur settur av til køkshjálp á ansingarøkinum, og kemur hetta at verða sett í verk skjótast gjørligt í 2025.

 

Í Eysturkommunu vita tey at siga, at 64 milliónir krónur eru settar av til íløgur í 2025, og umleið hemingurin av hesum er settur av til ætlaðu skúlaútbyggingina í Leirvík.

 

- Ein onnur verkætlanan, sum arbeitt hevur verið við í hesari setuni, er útstykking í Syðrugøtu. Henda verkætlanin skal eisini fremjast, og peningur er settur av til at fara undir hana sum skjótast. 

 

Verkætlanin við Tjørnunes fekk byggiloyvi fyrst í november mánaði.

 

- Lendiskeypið varð framt fyri trimum árum síðan og fer verkætlanin eftir ætlan í gongd í næstum. Tískil er peningur eisini settur av til hesa verkætlan í komandi ári.

 

Lagt verður aftrat, at miðstøðin hjá Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, skal uppraðfestast.

 

- Her er peningur settur av til at fáa miðhæddina setta í stand, soleiðis at heimatænastan hjá Nánd fær betri umstøður til sítt arbeiði. 

 

Í Eysturkommunu siga tey, at smærri fríðkanarverkætlanir eisini eru raðfestar í fíggjarætlanini, og meira verður at frætta um hesar seinni.

 

##med2##