Stórur nevndardagur í Løgtinginum í dag

64 mál eru til viðgerðar hjá fýra løgtingsnevndum

64 mál eru til viðgerðar hjá fýra løgtingsnevndum

 

Trivnaðarnevndin, fíggjarnevndin, vinnunevndin og mentanarnevndin hjá Løgtinginum hava nevndarfund í dag, og ikki færri enn 64 mál eru á skránni hjá hesum fýra nevndinum.

 

Hópin av málum liggja í nevndum, millum annað tí, at samgonguumboðini ikki fáa øll síni nevndarumboð at seta sína undirskrift á álitið, so tað kann leggjast fyri tingið.

 

Fyri at eitt álit skal leggjast fram, so krevst, at meirilutin av nevndarlimunum skriva undir. Og tá tað gongur so illa hjá samgonguni at fáa síni egnu at skriva undir, so spælir andstøðan hund og skrivar heldur ikki undir. Ljóðar løgið, men tað er púra vanligt í løgtingsarbeinum, at tingfólk soleiðis mótarbeiða hvør øðrum.

 

Tingfundur verður í morgin klokkan 10, og tá eru einans trý mál á skránni:

1. Atkvøðugreiðsla nr. 20/2017 um ætlaðu kunngerðina um uppboðssølu av fiskirættindum

2. Ófráboðaðir fyrispurningar

3. Løgtingsmál nr. 143/2017: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2019

4. Framløga

 

 

Fundarskráin hjá teimum fýra nevndunum, sum hava fund í dag, sær soleiðis úr:

 

Trivnaðarnevndin

Týsdagur, 3. Apríl 2018, kl. 09:00 (Fundarhøli 2)

 

1. Gerðabók

2. Løgtingsmál nr. 21/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)

3. Løgtingsmál nr. 49/2017: Uppskot til samtyktar um at seta í verk skipan í sjúkrahúsverkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar

4. Løgtingsmál nr. 65/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Pensjónsnýskipan)

5. Løgtingsmál nr. 66/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Pensjónsnýskipan)

6. Løgtingsmál nr. 67/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Pensjónsnýsipan)

7. Løgtingsmál nr. 79/2017: Uppskot til samtyktar um royndarskipan við medicinskum cannabis

8. Løgtingsmál nr. 97/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (Heimild hjá heilsufrøðingum at heilsukanna børn og ung, tá skúlatíðin byrjar og endar)

9. Løgtingsmál nr. 100/2017: Uppskot til løgtingslógu um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av grundupphædd til fólkapensjón)

10. Løgtingsmál nr. 101/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin)(Mishald, lestrarbústaðir, ungdómsbústaðir, bústaðir til fólk yvir ávísan aldur, bústaðir vegna serligan bústaðarsosialan tørv, íbúðarskrá...

11. Løgtingsmál nr. 108/2017: Uppskot til løgtingslóg um ættleiðing (Ættleiðingarlógin)

12. Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær (ógift samlivandi og hjún verða javnsett í mun til foreldramyndugleika)

13. Løgtingsmál nr. 127/2017: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving í sambandi við ætlanir um møguliga fosturtøku

14. Løgtingsmál nr. 130/2017: Uppskot til samtyktar um at seta ferð á íbúðarbygging

15. Løgtingsmál nr. 139/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Ásetingar um brotpensjón)

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 9.50 Ættleiðingarfelagið (lm. 108 og 109)

Kl. 10.10 Kommunulæknafelagið, Serlæknafelagið og Læknafelagið (lm. 49 og 79)

Kl. 10.30 Kommunulæknafelagið (lm. 97)

Kl. 10.50 Løgmaður saman við lógartænastuni (lm. 97)

Kl. 11.10 Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum saman við Talgildu Heilsuskipanini, Gigni og Heilsutrygd (lm. 97)

Kl. 11.30 Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum saman við leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið (lm. 49)

Kl. 13.10 Kommunufelagið (lm. 101 og 130)

Kl. 13.30 Vinnuhúsið (lm. 101 og 130)

Kl. 13.50 Bústaðir (101 og 130)

Kl. 14.10 Landsstýrismaðurin í almannamálum saman við Leigunevndini (lm. 101 og 130)

 

Vinnunevndin

Týsdagur, 3. Apríl 2018, kl. 09:00 (Fundarhøli 1)

 

1. Gerðabók

2. Løgtingsmál nr. 36/2017: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald

3. Løgtingsmál nr. 85/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Nýggjar reglur um tryggingarhaldfelagsskapir, dagføring av reglum um leiðslu og solvens og víðarilatan av upplýsingum til Føroya váðaráð

4. Løgtingsmál nr. 93/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a. (Undantak frá kravinum um ástøðiligt innlit í og praktiska vitan um ognarmiðlan)

5. Løgtingsmál nr. 103/2017: Uppskot til løgtingslóg um mynstring (Mynstringarlógin)

6. Løgtingsmál nr. 113/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

7. Løgtingsmál nr. 121/2017: Uppskot til løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin)

8. Løgtingsmál nr. 123/2017: Uppskot til samtyktar um útbygging av undirstøðukervinum til fjarskifti

9. Løgtingsmál nr. 125/2017: Uppskot til samtyktar um at minka um matoyðsl

10. Løgtingsmál nr. 128/2017: Uppskot til samtyktar um at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling

11. Løgtingsmál nr. 137/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (avtaka allar uppboðssølur)

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Innkallingar ikki váttaðar

Kl. 09.15 Bóndafelag Føroya (lm. 121)

Kl. 09.45 Djóraverndarfelagið (lm. 121)

Kl. 10.15 Búnaðarstovan (lm. 121)

Kl. 10.45 Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum saman við Sjóvinnustýrinum (lm. 103)

Kl. 11.15 Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum saman við Landsdjóralæknanum (lm. 121)

Kl. 13.00 Føroya Fiskimannafelag (lm. 103 og lm. 113)

Kl. 13.30 Føroya Reiðarafelag (lm. 113)

 

Fíggjarnevndin

Týsdagur, 3. Apríl 2018, kl. 09:30 (Fundarhøli 3)

 

1. Gerðabók

2. Løgtingsmál nr. 50/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)

3. Løgtingsmál nr. 52/2017: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin til Funningsfjørð

4. Løgtingsmál nr. 53/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (botnfrádráttur í kommunuskattinum)

5. Løgtingsmál nr. 54/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið

6. Løgtingsmál nr. 68/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg)

7. Løgtingsmál nr. 69/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Pensjónsnýskipan)

8. Løgtingsmál nr. 70/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Pensjónsnýskipan)

9. Løgtingsmál nr. 71/2017: Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar

10. Løgtingsmál nr. 72/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

11. Løgtingsmál nr. 73/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn

12. Løgtingsmál nr. 74/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn

13. Løgtingsmál nr. 75/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu

14. Løgtingsmál nr. 82/2017: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2018

15. Løgtingsmál nr. 98/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Lækking av avgjaldinum)

16. Løgtingsmál nr. 99/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattafríar gávur)

17. Løgtingsmál nr. 106/2017: Uppskot til løgtingslóg um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum

18. Løgtingsmál nr. 111/2017: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2018 (lønarhækkingar á rakstrarjáttanum)

19. Løgtingsmál nr. 112/2017: Uppskot til løgtingslóg um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali

20. Løgtingsmál nr. 114/2017: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegagerð

21. Løgtingsmál nr. 116/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)

22. Løgtingsmál nr. 122/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya (Konjunkturjavning, tilfeingisinntøkur og partur av minstagjaldføri landsins)

23. Løgtingsmál nr. 129/2017: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging

24. Løgtingsmál nr. 134/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (hybridbilar)

25. Løgtingsmál nr. 135/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum

26. Løgtingsmál nr. 141/2017: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars II 2018

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Innkallingar ikki váttaðar

Kl. 10.00 MARK (lm. 129)

Kl. 10.20 Reyni Service (lm. 134)

Kl. 10.40 Landsstýrismaðurin í samferðslumálum (lm. 114)

Kl. 13.00 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum (lm. 98, 99, 106, 114, 122, 129 og 134)

 

Mentanarnevndin

Týsdagur, 3. Apríl 2018, kl. 14:00 (Fundarhøli 3)

 

1. Gerðabók

2. Løgtingsmál nr. 80/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Vinnufeløg undantikin kringvarpsgjald)

3. Løgtingsmál nr. 87/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir)

4. Løgtingsmál nr. 91/2017: Uppskot til samtyktar um bygging av kampus og akademiskum vitanardepil

5. Løgtingsmál nr. 92/2017: Uppskot til samtyktar um eina listaskúlaskipan

6. Løgtingsmál nr. 94/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvigar

7. Løgtingsmál nr. 95/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (fyritíðarpensjónistar javnsetast við fólkapensjónistar)

8. Løgtingsmál nr. 105/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn (Varðveiting av talgildum savnindum o.a.)

9. Løgtingsmál nr. 107/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

(Ásetingar um sernámsfrøði, trivnaðarætlan, Førleikastovu, serligt undirvísingartilboð og dagføringar í tilvísingum í lógartekstinum)

10. Løgtingsmál nr. 110/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Dagstovnaráð og partvís avtøka av kærurætti)

11. Løgtingsmál nr. 131/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

12. Løgtingsmál nr. 140/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (morgunsangur)

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 14.15 Fróðskaparsetur Føroya (lm nr. 91)

Kl. 14.45 Lisa (lm nr. 92)

Kl. 15.15 Listalærarar í fólkaskúlanum (lm nr. 92)

Kl. 15.45 Vinnuhúsið (lm nr. 91, 94 og 131)

Kl. 16.15 Umboð fyri Sláið Ring (lm nr. 107)