Stórur meiriluti fyri at broyta heitini hjá politikarum

Hóast ræðumyndir um LGBT og kynsleys tingfólk, so samtykti Løgtingið við stórum meiriluta uppskotið hjá formansskapinum

 

Bjørt Sameulsen, løgtingsforkvinna, hevur verið forkvinna í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið frá formansskapinum í Løgtinginum.

Við ávikavist 26 fyri og 7 ímóti og 27 fyri og 6 ímóti samtykti Løgtingið fyri løtu síðani at broyta stýrisskipanarlógina og tingskipanina soleiðis, at heiti hjá politikarum verða broytt, ella í stuttum, at orðið »kvinna« eisini verður partur av heitinum, sum til dømis løgtingskvinna, landsstýriskvinna, løgkvinna.

Men stóra orðaskiftið á tingi snúði seg kortini um triðja møguleikan, at nevna tey tingfólk og landsstýrisfólk.

Serliga teir báðir í Miðflokkinum søgdu, at her var ein duld ætlan hjá formansskapinum um at geva eftir fyri trýsti hjá LGBT rørsluni, sum Jenis av Rana fleiri ferðir segði vera vandamikla og ódemokratiska, og at rudda slóð fyri, at fólk, sum siga seg hvørki vera mann ella kvinnu, um tey verða vald á ting, skulu sleppa at kalla seg »løgtingsfólk«.

Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Bárður á Lakjuni tóku undir við hesum sjónarmiði – og so trúttaðust tingfólk í hálvantriðja tíma um tað, fyri síðani at samtykkja upprunaligu uppskotini við stórum meiriluta.

Uppskotini skulu nú til triðju viðgerð mikudagin, og eru tá endaliga avgreidd, verða tey eisini samtykt tá, sum alt bendir á. Men broytingin í stýrisskipanini skal tó samtykkjast einaferð afturat í fyrstu tingsetu eftir næsta løgtingsval fyri at fáa gildi. Men Bjørt Samuelsen hevur sagt, at fara at brúka nýggju heitini frá á ólavsøku, tí tað kunnu tey, tí at tingskipanini verður broytt.

 

Bjørt Sameulsen, løgtingsforkvinna, hevur verið forkvinna í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið frá formansskapinum í Løgtinginum.

Bjørt Sameulsen, løgtingsforkvinna, hevur verið forkvinna í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið frá formansskapinum í Løgtinginum.