Stórur loftsteinur yvir Suðurnoregi

- Steinurin kom eystan eftir, og at síggja til fór hann í havið vestan fyri, sigur Steinar  Midtskogen hjá Norsk Meteornettverk.

Tað var ein lutfalsliga stórur loftsteinur, sum varð sæddur fleiri staðni í Suðurnoregi hóskvøldið. Tað vita norskir miðlar at siga í dag.

 

Norsk Meteornettverk fekk fleiri fráboðanir frá fólki um hendingina, og tað vóru fleiri, sum bæði sóu og tóku myndir og filmsbrot av loftsteininum, sum lýsti upp himmalin.

 

- Tað var ein lutfalsliga kraftmikil loftsteinur, sum varð sæddur í Suðurnoregi. Steinurin kom eystan eftir, og at síggja til fór hann í havið vestan fyri, sigur Steinar  Midtskogen hjá Norsk Meteornettverk við tv2.no.

 

Steinar  Midtskogen sigur, at jørðin ferðast gjøgnum leivdir av loftsteimum, og tað eru hesir, sum kunnu síggast, tá teir eru so nær, sum steinurin í gjárkvøldið.

 

Tað er ikki langt síðan, at ein annar loftsteinur var yvir Suðurnoreg, og tá varð hildin, at hesin datt niður í einum øki í landinum.

 

Leitað varð eftir steininum, men einki er frætt um, at hann er funnin á leiðini, har mett varð, at hann kundi vera endaður.