Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag. Sagt verður frá í Klaksvík, har KÍ tekur móti TB, og í Gundadali, har grannaðuppgerð er millum HB og B36.
Dysturin millum KÍ og TB byrjar klokkan 17. Grannauppgerðin í Gundadali byrjar klokkan 18. Rás2 byrjar at senda longu klokkan 16. Fylgt verður eisini við gongdini í hinum báðum dystunum. Teir eru millum EB/Streym og 07 Vestur, og ÍF og AB.
Sostatt er fótbóltur á Rás2 frá klokkan 16 í dag.
21. umfar:
KÍ-TB: Petur Reinert leygardagin klokkan 17.00
ÍF-AB: Dagfinn Forná leygardagin klokkan 17.00
EB/Streymur-07Vestur: Alex Troleis leygardagin klokkan 17.00
HB-B36: Lars Múller leygardagin klokkan 18.00
Fríggjakvøldið:
Víkingur-NSÍ 2-4 (2-2)
1-0: Finnur Justinussen 14.
1-1: Árni Frederiksberg 37.
1-2: Klæmint A. Olsen 40.
2-2: Finnur Justinussen 45.
2-3: Magnus Olsen 83.
2-4: Klæmnt A. Olsen 90.+5.
Støðan
HB 44
ÍF 37
B36 30
NSÍ 30
EB/Streymur 28
Víkingur 28
AB 22
KÍ 21
TB 16
07Vestur 11
EB/Streymur og 07 Vestur hava spælt 19 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir.










