Stórur fagnaður í Klaksvík

KÍ kvinnurnar verða seinnapartin fagnaðar á heimavølli fyri heimsmestið

Seinnapartin verður punktum sett fyri kvinnukappingina í fótbólti 2015. Alt er, sum tað plagar at vera skilt á tann hátt, at KÍ hevur longu tryggjað sær FM heitið. Kappingin er samstundis merkisverd, tí tær í Klaksvík hava vunnið FM fimtanda árið á rað.

Seinnapartin fáa meistararnir vitjan av B36, og spurningurin er, um FM kvinnurnar fara at megna at hava fokus á vøllinum, áðrenn stóra fagnaðar tiltakið verður, sum Klaksvíkar kommuna saman við KÍ skipar fyri.

KÍ kvinnurnar taptu síðsta sunnudag 5-0 á útivølli ímóti silvurvinnarunum í EBS/Skála. Heimaliðið var ógvuliga uppsett, meðan meistararnir høvdu ilt við at halda fokus á rætta stað. Blaðstjórin á Norðlýsinum, sum trúfast hevur fylgt KÍ kvinnunum alt kappingarárið, skrivaði, at hann tók so hjartaliga synd í sær sjálvum, at hann var vitni til henda dystin við Margáir!

KÍ liðið var sunnudagin klætt í gull. Nýggju búnarnir eru bílagdir í sambandi við, at fimtanda FM heitið og harvið heimsmetið verður markerað, sigur Malena Josephsen, sum í dag fer at taka ímóti FM steypinum og gullkrónuni.

Hini heiðursmerkini verða handað í Gundadali, har silvurvinnararnir í EBS/Skála eru gestir hjá bronsuvinnarunum í HB.

Klokkan 13.00: AB-ÍF/Víkingur. Klokkan 14.00: KÍ-B36 og HB-EBS/Skála.