Stórur dagur í Føroya søgu

Fáur hevði grunað, at hósdagurin 14. november 2013 skuldi gerast ein

merkisdagur í Føroya søgu. Men tá Dagur og Vika var á skránni, kom formaður

Javnaðarfloksins á skíggjan, og hann segði, at vit skuldu hava eina

fólkaatkvøðu um eitt mál, sum í løtuni er til viðgerðar í landsstýrinum.

 

Tað er ikki fyrstu ferð, Javnaðarflokkurin krevur fólkaatkvøðu. Hetta gjørdi

hann í 1930, tá hann sá til, at løgtingið við einari atkvøðu í meiriluta

samtykti at vit skuldu hava fólkaatkvøðu um vit skuldu vera saman við

Danmark ella ikki. Ta fólkaatkvøðuna vildi danska stjórnin tó ikki hava, so

har kom einki burturúr. Men sekstan ár seinni, í 1946, royndi

Javnaðarflokkurin enn eina ferð tað sama. Tá var hann avgerandi fyri, at

løgtingið við einum meiriluta upp á eina atkvøðu samtykti at fólkaatkvøða

skuldi vera millum eitt stjórnaruppskot um at innlima Føroyar í Danmarkar

ríki, ella loysing Danmarkar og Føroya millum. Hesuferð fekk

Javnaðarflokkurin donsku stjórnina til at ganga við til fólkaatkvøðuna, og

frøin var stór hjá javnaðarmonnum.

 

Men tá fólkið hevði talað, fekk pípan eitt annað ljóð, tí Javnaðarflokkurin

helt, at veljararnir høvdu valt skeivt. Javnaðarflokkurin helt, at tað,

Føroya tjóð hevði samtykt, ikki var tað rætta, tí loysingin varð samtykt.

Javnaðarflokkurin sýtti tí fyri at seta loysingina í verk, so sum hann tann

10. mai í løgtinginum hevði bjóðað Føroya fólki at samtykkja á

fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

 

Men nú er flokkurin eftir øllum at døma komin upp á betri tankar, tí nú er

hann aftur farin at krevja fólkaatkvøðu.

 

Eingin kann taka ein flokk fyri fult, sum brýtur síni hátíðarligu lyfti fyri

tjóðini. Fortreytin fyri at ein flokkur kann fáa viðhald í hava eina

fólkaatkvøðu, er tí sjálvandi, at tann fólkaatkvøða, sum flokkurin hevur

fingið sett í verk, eisini verður fylgd. Tann sum eigur at krevja hetta er

flokkurin sjálvur, og tí er tað eyðsæð, at tað næsta, vit fara at hoyra frá

formanni Javnaðarfloksins, er at hann setur fram uppskot um loysing

Danmarkar og Føroya millum!