Stórur dagur hjá landsliðunum

A-landsliðið, U21 og U19 spæla øll í dag

Dagurin í dag er stórur dagur hjá føroyskum fótbólti í altjóða høpi.Føroyar spæla í dag tríggjar landsdystir.

Á heimavølli fer U21 landsliðið við Heðini Askham og Bill Jacobsen sum ábyrgdarmonnum at spæla á Tórsvølli ímóti Týsklandi. Har verður fyrsta bríkslið klokkan 19.45. Veðrið er av tí fagrasta í dag, og tað verður sagt frá sama veðri í kvøld.

U19 landsliðið er í hesum døgum við í EM undankapping í Makedonia. Umframt vertirnar eru mótstøðuliðini Turkaland og Montenegro. Fyrsta bríkslið í fyrsta dystinum verður í dag klokkan 15 føroyska tíð, og tá er mótstøðuliðið Montenegro. Tað eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen, sum hava ábyrgdina av U19 landsliðnum.

A-landsliðið er so langt burtur, sum tað ber til at koma, tá ið talan er um undankappingardyst. Klokkan 16 í dag verður fyrsta bríkslið í Kasakstan. Lars Olsen hevur boðað frá, at hesir ellivu fara at standa úti á vøllinum, tá ið Tú alfagra land mítt fer at ljóma í hátalarunum á bara tvey ára gamla Astana Arena: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjminsen, Súni Olsen, Hallur Hansson - Christian Lamhauge Holst - Jóan Símun Edmundsson.

In.fo verður við fram til ljósini verða sløkt á Tórsvølli í kvøld.