Rógvi Egilstoft Nielsen, Brian Olsen og Arnar Dam leingja sum skilst allir sáttmálan við EB/Streym í kvøld, meðan Leif Niclasen helst er næstur í røðini. Sostatt verður ein stórur partur av liðnum hjá EB/Streymi inntakt til komandi kappingarár.
Somuleiðis setir felagið Olgar Danielsen og Bjarna Arnason sum venjarar. Nakað sum Norðlýsið eisini skrivaði herfyri.
Leingi hevur ljóðað, at áhugi hevur verið king landið fyri fleiri av spælarunum hjá EB/Streymi. Nú tykist tó fyri vist, at teir allir taka enn eitt tak fyri EB/Streym, sum í fjør flutti niður í næst bestu deildina.