Stórur dagur bíðar fótbóltinum

Toppdystur, grannauppgerð og klassikari teljast millum dystirnar, sum eru á skránni seinnapartin

Tað er stutt millum umførini í fremstu landskappingini. 10. umfar var í vikuskiftinum, í dag er 11. umfar, og longu sunnudagin verður 12. Umfar.

Toppdysturin í dag verður í Runavík, ar oddaliðið NSÍ tekur ímóti meistarunum í B36, sum eru næstovast á stigatalvuni.

Í Trongisvági verður grannauppgerð millum uppflytararnar TB og FC Suðuroy, og í Gundadali bresta javnaldrarnir HB og KÍ saman.

Víkingur fær vitjan av AB, sum ofta hevur staðið seg væl í Sarpugerði, og við Margáir fær EB/Streymur vitjan av ÍF, sum er dottið aftur á sjeynda plássið.

Sagt verður frá góðum líkindum at spæla fótbólt seinnapartin. Fyrsta bríksl verður klokkan 15 í øllum fimm dystunum:

 

TB-FC Suðuroy: Alex Troleis

HB-KÍ: Petur Reinert

EB/Streymur-ÍF: Eiler Rasmussen

NSÍ-B36: Lars Müller

Víkingur-AB: Páll Augustinussen

 

Støðan undan 11. umfari

NSÍ 24

B36 21

HB 16

Víkingur og KÍ 14

TB 12

ÍF 11

FC Suðuroy 9

AB og EB/Streymur 6