Toskurin á Føroyabanka er serstakur og sera væl smakkandi. Hetta er ikki sami toskur sum á landgrunninum annars.

Stórur altjóða áhugi er fyri Føroyabanka

Eins og undanfarin ár, verða aftur Føroyabankakvøld Heima í Havn, tá Jákup Sverri hevur gjørt sín túr og vónandi er komin aftur við góðari veiði av Føroyabanka um miðjan september.

Toskurin á Føroyabanka er serstakur og sera væl smakkandi. Hetta er ikki sami toskur sum á landgrunninum annars.

 

 

Hin 8. september fer nýggja havrannsóknarskipið - Jákup Sverri - at gera árligu heyst yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka. 

 

Hetta er fyrstu ferð, at Jákup Sverri fer á henda heysttúrin, sum Magnus Heinason so mangan áður hevur gjørt fyri Havstovuna.

 

Tað er stórur áhugi fyri Føroyabanka, og hetta vísti eisini greinin um Bankan, sum Regin Winther Poulsen skrivaði fyrr í ár.

 

Greinin stóð at lesa í stóra blaðnum The Guardian, har hon varð nógv lisin.

 

Sagt verður, at eini 100.000 lósu blaðútgávuna, umframt eitt stórt tal, sum las greinina á netinum. 

 

Tað er tískil eisini stórur altjóða áhugi fyri serstøku føroysku leiðini, Føroyabanka, sum hevur hin sermerkta toskin, ið mong spyrja eftir.

 

Eins og undanfarin ár, verða aftur Føroyabankakvøld Heima í Havn, tá Jákup Sverri hevur gjørt sín túr og vónandi er komin aftur við góðari veiði.

 

##med2##

 

 

 

Toskurin á Føroyabanka er serstakur og sera væl smakkandi. Hetta er ikki sami toskur sum á landgrunninum annars.

Hin 8. september fer Jákup Sverri at gera heyst yvirlitstrolingar á Føroyabanka.