Arbeiðið hjá SEV at seta vindmyllur upp í Húsahaga oman fyri Havnina, hevur gingið so mikið væl, at tær allar eru reistar nú.
Tríggjar av vindmyllunum eru longu farnar í gongd við framleiðslu av streymi inn á elkervið hjá SEV, og hinar 10 verða knýttar í netið komandi vikurnar, so tær allar 13 eftir ætlan framleiða vindorku í næsta mánaði.
– Samstundis hava útlendingar víst verkætlanini stóran áhuga, sigur Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.