Terji Nielsen
Mánakvøldið tann 22. juni fara teir báðir heimskendu tónleikararnir, Elton John og Billy Joel á pallin saman í Ítróttarparkini í Keypmannahavn. Millum teir mongu túsund áhoyrarnar verða eisini nógvar føroyingar, harav einir 60 fara til Danmarkar júst í hesum sambandi. Tað er Atlantic Airways, sum hevur skipað fyri, so at hesin møguleikin hevur til staðar hjá føroyingum. Haraftrat hevur Atlantic Airways enn nøkur atgongumerkir eftir til konsertina. Øll atgongumerkini, sum Atlantic Airways hevur útvegað, eru góð sitipláss á teirri sokallaðu A-tribununi.
Lagt upp til eitt stuttligt vikuskifti
Heri Niclasen, sølustjóri hjá Atlantic Airways, sigur við Sosialin, at tilboðoð leggur upp til eitt langt og stuttligt vikuskifti í Keypmannahavn. Konsertin verður, sum áðurnevnt, mánakvøldið 22. juni klokkan 19.30, men longu fríggjadagin 19. ber til at fara úr Føroyum, um man velur at taka av tilboðnum hjá Atlantic Airways. Heim aftur til Føroya ber til at fara frá týsdegi 23. til og við hósdegi 25.
Afturvendandi tiltak
Áhugin fyri tilboðnum hjá Atlantic Airways hevur verið so mikið stórur, at hetta ikki verður seinastu ferð, at teir fara at skipa fyri slíkum tiltøkum, sigur Heri Niclasen.
Tað er umvegis góðar samstarvsfelagar, at Atlantic Airways hevur fingið hendur á atgongumerkinum, og hesir somu geva boð frá sær, um onkur spennandi konsertin ella líknandi tiltak er á skránni. Millum hava teir frætt, at ein konsert við kendu songkvinnuni Celine Dion verður í Danmark í oktober, og er nakað um tað, so fer Atlantic Airways at royna at fáa fatur á nøkrum atgongumerkjum, sigur Heri Niclasen.
Pakkatilboðini
væl umtókt
Annars sigur Heri Niclasen, at tey ymsu pakkatilboðini hjá Atlantic Airways eru sera væl umtókt millum manna. Serligani væl eru tey á Atlantic Airways nøgd við Skotlandsrutuna. Pakkatilboðini til Skotlands hava verið serstakliga nógv umbiðin. Heri Niclasen sigur við Sosialin, at fólk vilja fegin hava klárar pakkaferðir, so at tey sleppa undan tí stóra stríðnum, tá ið tey skulu út at ferðast.
Nýtt flogfar
kemur í næstu viku
Í komandi viku fara fólk frá Atlantic Airways til Malmø í Svøríki, har tey skulu avheinta eitt flogfar, sum er leigað til summarflúgvingina. Flogfarið er av júst sama slag sum tað núverandi flogfarið. Hetta flogfarið fer fyrsta túr sín fyri Atlantic Airways leygardagin tann 19. juni. Um miðjan august mánaða verður flogfarið so latið svium aftur.
Í sambandi við at Atlantic Airways fer at flúgva við tveimum flogførum í summar, hava fleiri fólk fingið arbeiði hjá flogfelagnum. Einar 9 flogternur og 1 stewardur hava fingið arbeiði, umframt starvsfólkið í cockpittinum.
Gott summar
Heri Niclasen sigur, at tey á Atlantic Airways eru væl nøgd við bíleggingarnar, sum tey higartil hava fingið til summarflúgvingina. Tá ið Atlantic Airways nú í summar hevur tvey flogfør, skuldi tað ikki verið so torført hjá útisetum at fingið ferðaseðil heim til Føroya í summarfrí.