Í gjárkvøldið klokkan 19 læt upp Ítrivslonin á Tunguvegi 51 í Skopun, sum er ætlað øllum kvinnum í allari Sandoynni.
Við móttøkuna, sum savnaði nógvar kvinnur við áhuga fyri ítrivsvirksemi og samveru, varð borðrreitt við góðum kaffi, te og leskiligum køkum.
Her kunnu kvinnur koma saman júst tá, tað passar teimum - til at veva, binda, fáa sær ein kaffimunn ella bara at práta.
Tað var Katrin Petersen, sum vegna stigtakararnar beyð vælkomin. Hon segði, at hugskotið eiga Bjørk Hentze og Heiðrún Hansen.
Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, segði eisini nøkur orð og fegnaðist um frálíka tiltakið, ið honum og bygdarráðnum líka óføra væl. Hann legði eisini dent á, at Ítrivslonin er fyri kvinnur úr allari Sandoynni.
Poulina Jóanesardóttir, sum hevur fingist við og hevur undirvíst í veving í fleiri enn tríati ár, segði eisini nøkur orð og vísti á, at áhugin fyri veving er stórur.
Bjørk Hentze hevur áður sagt, at tankin við Ítrivslonini eisini er at skapa samanhald millum kvinnur í Sandoynni.
Tað er Skopunar kommuna, sum leigar hølini til Ítrivslonina, ið væntandi fer at gerast ein rættilig “konustova”, sum onkur hevur tikið til.
Ein nevnd stýrir Ítrivslonini, og í henni sita í løtuni Bjørg Mohr, Marna Skylv Sørensen, Heiðrún Hansen og Bjørt Hentze.
Ætlanin er ikki at hava fastar upplatingartíðir, men heldur at lata kvinnurnar brúka hølini, tá tær hava hug - og gjarna í 365 dagar um árið.
Tað er eisini upp á tal at stovna eina facebook-síðu, har kvinnur kunnu samskifta og gera avtalur um, nær tær fara í Ítrivslonina.
Í Sosialinum fríggjadagin verður størri grein við fleiri myndum frá almennu upplatingini av Ítrivslonini í Skopun í gjárkvøldið.
Á myndini eru stigtakarar, nevnd, umboð fyri vakstrarætlanina og umboð fyri Skopunar bygdarráð.