Miðlahúsið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið skipaðu fyri kunnandi fundi um føroysku tónlistavirðislønirnar í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn seinnapartin í dag.
Fundurin var serliga ætlaður teimum fólkum, fyritøkum, áhugafeløgum, stovnum og øðrum, sum so ella so eru knýtt at føroyska tónleikapallinum – og hesi tóku væl í móti fundinum.
Tað vóru Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, og so Eyðfinn Jensen og Barbara Holm, umboðandi Kringvarp Føroya og Miðlahúsið, sum greiddu frá Føroysku tónlistavirðislønunum og tankunum aftanfyri tiltakið.
Eisini varð greitt frá arbeiðsbólkinum, sum kemur at skipa og fyrireika alt tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum tann 15. mars. Talan verður um ein bólk við fimm fólkum, har Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Miðlahúsið eiga hvør sítt umboð.
Hini bæði umboðini velur tónleikaumhvørvið, tað vil siga tey fólkini, sum møttu á fundinum í Miðlahúsinum seinnapartin í dag. Hvørji tey bæði umboðini vegna tónleikapallin eru, verður greitt mánadagin, tá arbeiðsbólkurin verður endaliga skipaður.
Somuleiðis kom fram á fundinum, at fyriskipararnir eisini ynskja at seta føroyskan tónleik í miðdepilin í vikuni undan tiltakinum. Tá fara Útvarpið og Rás2 at spæla føroyskan tónleik burturav, umframt at ymisk tónleikatiltøk og framførslur skulu vera kring landið, sum alt hevur eitt og sama endamál, neviliga at varpa ljós á føroyskan tónleik.
Sjálvt tiltakið, Føroysku tónlistavirðislønirnar, verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 15. mars.
Undir myndini ber tað til at hoyra tann fyrsta partin av tí kunnandi fundinum í Miðlahúsinum í kvøld.