Stórur áhugi fyri dugnaskapsprógvi

Ikki færri enn 49 næmingar hava í apríl mánaði fingið handað prógv fyri at hava staðið dugnaskaparpróvtøku á Vinnuháskúlanum.

Kvøldskúlin í Havn hevur handað 23 prógv í dugnaskapi fyri frítíðarsiglarar og 10 prógv í motorpassing, og herumframt hava 16 siglarar staðið tað víðkaða dugnaskaparskeiðið.



Jan M. Hjaltalin og Jan Bendtsen hava verið lærarar hjá teimum 23 frítíðarsiglarunum, og . lærarar hjá teimum 10, sum nú duga at passa motor, hava verið Ólavur Joensen og Poul Kristian Henriksen.



Petur Hans Dahl, lærari og navigatørur, sum var próvdómari, segði í sambandi við handanina, at prógvið, sum frítíðarsiglararnir fingu, er eitt prógv fyri, at teir duga at sigla ein bát upp í 20 bruttotons, at teir hava skil fyri streymi, duga at seta út í kortið og vita nakað um trygd. Eitt gott prógv at hava heima sum uttanlands. Summi lond krevja av teimum, sum sigla, at tey hava prógv í dugnaskapi í sigling.



Skeiðið í motorpassing er hevur ikki verið á skránni í nøkur ár, men nú er nú komið aftur. Ætlanin er at víðka prógvið úr 449 watt upp í 749 kW.



Petur Hans Dahl førdi í síðstu viku 16 mans upp til próvtøku í sigling. Dugnaskaparprógvið í sigling gevur heimild at føra skip upp í 99 bruttotons í heimasjógvi. Arbeitt verður við at víðka hesa heimild soleiðis, at til ber at føra skip upp í 150 tons.



49 prógv prógva, at áhugin fyri siglingarskeiðum og -útbúgving er rættiliga stórur í kvøldskúlahøpi - eisini millum konufólk, tí mikudagin 9. apríl fingu fleiri konufólk handað prógv á Vinnuháskúlanum sum frítíðarsiglarar. 



Tað var Elin í Geil, stjóri í Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, sum handaði prógvini á Vinnuháskúlanum í Havn, har teir 49 næmingarnir hava gingið í kvøldskúla í vetur.