Stórur áhugi fyri bátahugna í Hvalvík

- Nú nærkast at verða fullteknað til bátaplássini, men enn eru nøkur kampingpláss eftir, siga fyrireikararnir.

Bátahugni verður í Hvalvík leygardagin hin 1. juni.

 

Hetta er altíð eitt sermerkt og sera hugnaligt tiltak, har bátafólk og kampingfólk eru í miðdeplinum.

 

Bátahugnin er ikki tiltakið við tí stóru skránni. Í staðin er hetta tiltakið, har alt snýr seg um samveru og hugna.

 

Uppi á bryggjuni hava fyrireikararnir altíð eitt stórt tjald, og vanligt er, at her fæst vælsmurt, ókeypis smyrjibreyð.

 

Sjálv bátasiglingin byrjar út fyri Selatrað, har bátarnir møtast stundisliga seinnapartin.

 

Síðan verður siglt saman norður eftir, til lagt verður til bryggju í Hvalvík, har bátahugnin verður.

 

Fyrireikararnir siga, at nú nærkast, til fullteknað er við bátum, men enn eru nøkur kampingpláss eftir.

 

- So, fólk, ið ætla sær við til bátahugnan, antin við báti ella kampingvogni, mugu skunda sær, verður lagt aftrat.