Seinnapartin verður av álvara farið undir endaspurtin í heimligu landskappingini, eftir at landsdystir hava verið á skrá í eina stóra viku.
Møguleiki er fyri, at B36 longu í dag fer at tryggja sær FM heitið í Gundadali, har TB verður gestur. Umframt av úrslitinum í Gundadali er tað treytað av, hvussu tað fer at tørna út í Runavík, har HB verður gestur hjá NSÍ.
Tað resta fýra umfør. Undan 24. umfari er B36 átta stig undan NSÍ og tíggju stig undan Víkingi.
Í botninum er tað mest sum avgjørt, at EB/Streymur næsta kappingarár verður partur av næstbestu deildini. Úrslitið í innanhýsis uppgerðini á Argjum millum AB og FC Suðuroy fer at hava heilt stóran týdning fyri, hvat av hesum báðum liðum skal flyta niður.
Seinnapartin vera tað 10-12 hitastig, hann verður lágur í ættini, tað verður eitt lot, og møguleiki er fyri, at tað fer at regna.
24. umfar
AB-FC Suðuroy: Petur Reinert kl. 15.00
B36-TB: Benjamin Leander kl. 15.00
EB/Streymur-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
NSÍ-HB: Lars Müller kl. 15.00
ÍF-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Støðan undan 25. umfari
B36 54
NSÍ 46
Víkingur 44
HB 36
KÍ 34
ÍF 25
TB 24
AB 19
FC Suðuroy 19
EB/Streymur 7