Tey eru øll komin. Udo, Samantha Fox, John Martin og Michel Zitron eru øll til reiðar at framføra sín tónleik fyri áhoyrarunum í Voxbotn í morgin.
Í dag hevur annars verið eitt sindur argandi veður, men óttin fyri avlýsingum slapp tó ikki reiðiliga framat.
Og sambært donsku veðurstovuni, so verður veðrið munandi betri í morgin. Hann klárar í fram móti miðdegi. Vindurin verður lítil, og kanska fer sólin eisini at síggja.