Tíðliga seinnapartin leygardagin endaði tað í sólskini 1-1 á heimavølli ímóti Norðurmakedonia.
Avrikið ímóti Norðurmakedonia bar við sær gott mót, tá ið landsliðið sunnudagin fór til Lettland og Riga, har ferðalagið kom seint sunnukvøldið.
Men tað riggaði ikki í Riga í kvøld. Heimaliðið vann 1-0 við máli, sum varð skorað miðskeiðis í seinna hálvleiki. Føroyingarnir vildu hava dómaran at VAR kanna málið, tí í hvussu so er ein og kanska tveir av heimamonnunum høvdu arm og hond á bóltinum, áðrenn málið varð skorað við skoti mitt fyri málinum og eftir innlegg úr høgru.
Kanska var málið ikki heilt eftir bókini, men tað er einki at siga til, at tað var Lettland, sum vann, og tað vóru Føroyar, sum taptu.
Teir fyrstu ellivu vóru teir somu, sum teir vóru ímóti Norðurmakedonia, men tað riggaði ikki, sum tað gjørdi leygardagin. Einasti maður, sum fult og heilt megnaði tað, sum tað eigur at verða roknað við, var Bárður á Reynatrøð, sum var tryggur millum stólparnar. Hann bjargaði tríggjar ferðir sera væl, og hann var sakleysur, tá ið heimaliðið skoraði.
Serliga í fyrra hálvleiki var stóri trupulleikin, at tað stemmaði so illa í verjuspælinum. Føroysku spælararnir lógu ov langt frá mótstøðumonnunum, sum harvið høvdu nógv pláss at spæla á. Og tá ið føroyska liðið endiliga fekk fatur á bóltinum, so vóru teir skjótt kroystir og høvdu fáar og smáar møguleikar at flyta seg fram á vøllin og finna viðspælarar.
Tað var vón um at fáa frægari bóltspæl, tá ið Adrian Justinussen og Mads Bo Mikkelsen beinanvegin eftir steðgin vórðu skiftir inn. Tað eydnaðist betri eftir steðgin, enn tað hevði gjørt undan steðginum. Føroyar vóru oftari fremri á vøllinum, enn teir høvdu verið, og tá ið álopsbogin síðstu løtuna varð spentur, og bólturin fleiri ferðir varð lagdur inn í brotsteigin, var tað um reppið, at tað eydnaðist at javna. Eitt nú tá ið Meinhard E. Olsen royndi seg, og bólturin brast í stólpan, og tá ið hann kendi seg snýttan fyri brotsspark, og tá ið Gunnar Vatnhamar eftir innlegg úr høgru var leysur og stútaði, men málverjin stórbjargaði. Og so var tað, tá ið innskifti Petur Knudsen heilfluktaði við’ handara stólpa efitr innlegg úr vinstru. Men bólturin fór omanfyri málið.
Lettland verður 13. oktober gestur á Tórsvølli. Tað verður tríggjar dagar eftir, at Armenia hevur verið her. Tá verður dagsskráin at sleppa undan aftasta plássi og kanska at vinna næstfremsta plássið í bólkinum.
Lettland – Føroyar 1-0 (0-0)
Nations League
Týsdagin 10. september 2024 kl. 17.00 á Skonto leikvøllinum í Riga
1-0: Renārs Varslavāns 64.
Dómarabólkur úr Kroatia: Duje Strukan, Bojan Zobenica, Alen Jakšić og Ante Terzić
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes Kalsø Danielsen (Petur Knudsen, 83.), Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – René Shaki Joensen (Klæmint A. Olsen, 83.), Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar (Adrian Justinussen, 46.), Meinhard Olsen (Pætur J. Petersen, 83.) – Jóan Símun Edmundsson (Mads Bo Mikkelsen, 46.)
Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Jann Julin Benjaminsen, Daniel Johansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Arnbjørn Svensson, Patrik Johannesen
Gult kort: Pætur J. Petersen
Venjari: Håkan Ericson
##med2##