Komandi vikuskiftið, 9.-11. juli, verður víkingatiltakið Festívalhöll í høvuðsstaðnum.
Í Viðarlundini verður ein serstakur víkingamarknaður við luttakandi víkingum úr Føroyum, Danmark og Íslandi.
Á marknaðinum verður høvi at síggja aldargamalt hondverk av ymiskum slag, víkingabardagar og eisini er livandi tónleikur á skránni.
Marknaðurin verður opin frá fríggjadegi til sunnudag, og neyvari um upplatingartíðir kann lesast á heimasíðuni festivalholl.fo
Aftrat víkingamarknaðinum verður eisini ein stór konsert í Sjónleikarhúsinum leygardagin hin 10. juli klokkan 19 við føroysku bólkunum, Hamradun og Jürghinn og donsku vísusongkvinnunum, Frænde og Smedens Datter.
Atgongumerki til konsertina og víkingamarknaðin í viðarlundini kunnu keypast á heimasíðuni hjá festivalholl.fo
- Festívalhöll fyriskipar, og alt yvirskot fer til Stuðulsfelagið Víkingabygdina, sum hevur til endamáls at byggja fyrstu føroysku víkingabygdina her á landi, siga stigtakararnir.