Í dag klokkan 14 verður eitt stórt stuðulstiltak í Samljóði í Skopun. Tiltakið hevur til endamáls at savna inn pening til børn við autismu og hjartabreki. Á skránni verður nógv ymiskt, og høvuðstiltakið er ein stuðulskonsert.
- Vit í Rejoice Together hava fingið ongan minni enn Fríðbjørg Jensen, Fríðgerð Biskopstø, Evi Tausen, Jens Marna Hansen og Jórun Pólsdóttir at geva sítt íkast til konsertina.
Dagurin í Skopun í dag byrjar klokkan 14, har øll eru hjartaliga vælkomin at gera eina jóladekoratión fyri bert 30 krónur. Søla verður av eitt nú kaffi, køkum og bollum.
Annað, sum verður á skránni, er tombola, skava og vinn, søla verður av lutaseðlum, og eisini verður uppboðssøla.
- Klokkan 15 verður konsertin skotin í gongd, og hon er ætlað bæði børnum og vaksnum, siga fyrireikararnir, sum vísa á, at Teistin siglir ókeypis um Skopunarfjørð í dag.
Lagt verður aftrat, at kostnaðurin fyri konsertina er 50 krónur fyri vaksin og 25 krónur fyri børn.