Hesa vikuna er stór vælveru- og mótavika í SMS. Nógv hevur verið á skránni alla vikuna, og í kvøld so stóra heystmótasýningin á skránni. Sýningin byrjar kl. 20 í kvøld!
Í hesum sambandi hava handlarnir í SMS kvøldaropið millum kl 20-22. Stóra heystmótasýningin verður og Sakaris fer at diska. Handlarnir hava serlig tilboð, ið bert eru galdandi hesar tveir tímarnar.










