Stórt marglætisskip vitjaði Klaksvík

Brilliance of the Seas var á Norðhavnini í Klaksvík í gjár

Fyrrapartin í gjár legði stóra ferðamannaskipið, Brilliance of the Seas, at á Norðhavnini í Klaksvík.

 

Við umborð vóru 2014 ferðafólk, sum fáa góða tænastu frá teimum 856 fólkunum, sum manningin telur.

 

Túrurin hjá hesum ferðafólkunum byrjaði í Harwich í Onglandi 31. august, síðani varð farið til Le Havre í Fraklandi, Portland í Onglandi, Cork í Írlandi, farið var síðani úr Dublin í Írlandi 4. september. Klokkan 9.00 gjáramorgunin kom skipið til Klaksvíkar, har tað bleiv liggjandi til klokkan 18.00. Skipið er nú á veg til Reykjavíkar og so til Boston, hagar tey koma 15. september.

 

Mikudagin kemur næsta ferðamannaskipið á Klaksvík. Tað er Aida Bell, sum er líknandi í stødd við Brilliance Of The Seas, har eini 2000 ferðafólk eru við.