Tað ganga helst ikki meira enn fjúrtan dagar, so hevur landsstýrið fingið boðini um, at Skipafelagið gevst við at sigla til Skotlands tann 1. apríl.
Stjórin á Skipafelagnum Árni Joensen vil tó enn ikki vátta hesum. Hann sigur, at í løtuni vera allir møguleikar vendir - í samráð við størstu útflytararnar.
- Vit hava lovað at boða landsstýrinum frá í góðari tíð. Men hvørja niðurstøðu vit koma til, kann eg ikki siga nakað um enn.
Milliónir í undirskoti
Árni Joensen kann tó siga so mikið sum, at fíggjarliga hongur Grimsby-leiðin ikki saman. Hann vil ikki siga, hvussu stórt undirskotið er.
Tað er tó greitt, at Pasadena kostar umleið 20 milliónir krónur at leiga um árið. Og skal roknistykkið ganga upp, skulu útreiðslurnar minka við okkurt um einum triðingini. Skotlandssiglingin kostar sostatt Skipafelagnum í minsta lagi fimm milliónir krónur árliga.
Og tað er hesum undirskoti, illa sperda flutningsfelagið ikki kann liva við.
Spurningurin hjá Skipafelagnum er so, hvørjir aðrir møguleikar eru.
Ein er at leiga eitt bíligari skip. Men hetta merkir eisini at skipið verður minni. Og so verður trupulleiki at fáa feska fiskin á evropeiska marknaðin mánadag.
Kann fiskurin ikki vera á marknaðinum mánadag, so kann alt vera líkamikið. Tí so eru aðrar og bíligari - og ikki føroyskar - leiðir at velja í hjá útflytarunum.
Søkja ikki um stuðul
Spurdur, um Skipafelagið fer at søkja um almennan stuðul til nógv umrøddu Skotlands-farleiðina, sigur Árni Joensen, at tað kemur ikki upp á tal. Hann sigur seg annars lættliga kunna finna fleiri grundgevingar, sum í longdini kundi gjørt, at tað loysti seg at stuðla leiðini.
- Men eg trúgvi, vit kunnu spara okkum. Tí so skulu pengar finnast á fíggjarlógini, sum longu er løgd. Nei, hatta er ikki ein møguleiki, eg trúgvi uppá, sigur ein dapurskygdur Árni Joensen.
Hvat Skipafelagið fer at gera í hesum málið fer tó greitt innan 14 dagar.