- Tað er stórt ósamsvar ímillum fíggjarligu karmarnar, løgtingið samtykkir og tað, sum vísir seg í roknskapinum hjá landskassanum.
Tað staðfestir Jonhard Eliasen, búskaparfrøðingur, nú Løgtingið leggur síðstu hondina á fíggjarlógina fyri næsta ár
Hann sigur, at sum myndin vísir, er stórt glopp ímillum fíggjarætlan og roknskaparligan veruleika.
Í fyrsta karminum frá 2010 og sum var fyri árini 2011-2015, sæst brøtt gongd upp móti javnvág á fíggjarlógini í 2015.
Tilsvarandi gongd sæst fyri fíggjarlógarkarmarnar, sum vórðu gjørdir árini eftir.
Men sum myndin vísir, verður málið um javnvág útskotið í fimm-ára kørmunum, sum samtyktir eru í árunum 2011-2013.
Hinvegin vísa roknskapirnir, at síðani 2011 hevur hallið verið veksandi.
Jonhard Eliasen vísir á, at í vár samtykti løgtingið fíggjarlógarkarm fyri 2014, har undirskotið var 235 milliónir krónur.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði í heyst fíggjarlógaruppskot fyri tingið við undirskoti, ið mett varð til 250 milliónir krónur.
Og nú síðsta hond skal leggjast á fíggjarlógina, hevur fíggjarnevndin broytt fíggjarlógina aftur, so at hallið aftur fer niður ímóti tí, løgtingið samtykti í vár.
Hetta ger fíggjarnevndin við uppskotum, sum hava við sær røð av meirútreiðslum, sum tó verða mótvirkaðar av ‘sparingum’ innan serliga heilsu- og almannamál.
So fer roknskapurin hjá landskassanum fyri næst ár at vísa, um fíggjarnevndin hevur grundir til at hava so stórt misálit metingarnar, serliga hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, leggur hann afturat.
Jonhard Eliasen vísir á, at sum útlitini eru nú, verður undirskotið í 2014, størri enn tað verður í ár.
Myndin vísir eisini, at úrslitið í ár verður verri enn í fjør, og at úrslitið í 2012 varð verri enn í 2011.
- Tað er fyrst og fremst peningur sum er játtaður til íløgur hesi seinastu árini, men sum ikki er brúktur, sum órógvar.
Hann sigur, at hevði játtanin verið brúkt, hevði úrslitið hesi seinastu árini verið verri, enn hon er.
Lesi alla greinina hjá Jonhard Eliasen við at TRÝSTA HER
|