Eftir ætlan skuldi Fimleikafagnaðurin 2021 vera í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, men nú korona aftur er farið at ganga, hava tey gjørt av at útseta tað. Sostatt er Fimkeikafagnaðurin útsettur til 12. og 13. februar.
Annars vóru øll atgongumerkini seld til allar tær tríggjar sýningarnar, men nú verða atgongumerkini merkt av nýggjum so at tey verða galdandi til fimleikafagnaðin í februar. Men tey, sum hava pengarnar aftur, kunnu skriva Norðurlandahúsinum eitt teldubræv og upplýsa sýning og navnið á tí sum hevur keypt atgongumerki.
Feløgini, sum eru við á Fimleikafagnaðinum, eru Fimleikafelagið Flog, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Fimleikafelagið Ljósið.