Fyrsti almenni kappingardysturin í fótbóltsárinum er stórsteypadysturin millum verandi meistarar og steypavinnarar, ið FSF og Lion´s Føroyar reika fyri.
Ágóðin frá ársins stórsteypadysti fer til felagið HOYR - Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum.
Dysturin millum FM-vinnararnar, KÍ og steypavinnararnar, Víking byrjar á Tórsvølli klokkan 15 í dag.
FM1 sendir beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 14.30.