Stórsteypadystirnir vera leiktir 26. februar og 4. mars

Stórsteypadysturin hjá monnum verður leiktur 26. februar, og stórsteypadysturin hjá kvinnum 4. mars

Tað nærkast alsamt til kappingarbyrjanina í fótbólti, og fyrst fyri eru stórsteypadystirnir.

 

Stórsteypadysturin hjá monnum millum FM-vinnararnar, KÍ og steypavinnararnar, Víking verður leiktur sunnudagin 26. februar klokkan 15.

 

Stórsteypadysturin hjá kvinnum millum greipuvinnararnar, KÍ og silvurvinnararnar, NSÍ verður leiktur leygardagin 4. mars klokkan 16.

 

Báðir stórsteypadystirnir vera leiktir á Tórsvølli.