Størsta dartkappingin í Føroyum verður í apríl

Í døgunum 11. til 13. apríl verða altjóða dartkappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open spældar á Glasi.

Høllin á Glasi er karmur um stórsta partin av kappingunum har 40 dartbanar verða settir upp.

Øll kunnu vera við, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Umstøðurnar at halda slíkar kappingar á Glasi eru sera góðar og roknað verður við nógvum luttakarum bæði úr Føroyum og restini av Europa.

 

Hóast talan er um altjóða skrásetta kapping, so kunnu allir dartspælarar vera við. Kappingarleisturin verður tann sami, sum vit kenna frá kappingunum hjá Dartsambandinum her heima.

 

Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki. Leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum  og unglingum.

 

Tað er ikki neyðugt at melda til allar tríggjar dagarnar fyri at vera við

 

Tilmelding til kappingarnar fer framm á www.hdf.fo

 

Høllin á Glasi er karmur um stórsta partin av kappingunum har 40 dartbanar verða settir upp.