Stormurin heldur á

Í nátt fer eitt brúgvalag framvið Føroyum av útsynningi og hevur regn og vind við sær. Seinni blæsir aftur kaldari luft við ælingi inn yvir oyggjarnar úr vestri. Hósdagin koma væntandi fleiri brúgvaløg við regni og síðani ælingi framvið av útsynningi og vestri.

 

Mikumorgunin verður skrið ella stormur, 18 til 23 m/s av vestri og útsynningi við hørðum hvirlum. Tað klárar í og verður ælaveður og stundum heglingur. Hitin verður um 5 stig. Um náttina makar hann vindin niður í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur og heglingur. Hitin millum frostmarkið og trý stig.

 

Hósdagin verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, av útsynningi, sum eitt bil minkar nakað. Ælaveður, men eisini sólglottar. Sum náttin líður fer at regna eitt bil. Hitin alt døgnið millum 3 og 7 ár.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein sunnan og øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, men upp í hvassan storm í hvirlunum, um 25 m/s. Um kvøldið snarar hann vindin í ein útynningi og hann makar vindin nakað. Fyrst ælaveður, síðani sólglottar, men sum frá líður skýggjað og seinnapartin regn av útsynningi. Um náttina klárar í, tó verður okkurt æli. Hitin alt døgnið millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin verður skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, sum snarar í ein vestan. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 113 til 18 m/s, upp í hvassan storm í hvirlunum, um 25 m/s, sum um náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul. Skýggjað og ælingur og hitin millum 3 og 6 stig, um náttina kaldari.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, síðani regn av útsynningi. Hitin millum 3 og 6 stig.