Tað hevur verið av mesta vindi í nátt, og um alt landið hava verið størri skaðar.
Takplátur og klædningurin á húsum eru loysnað, ymist er fokið við vindinum, og grót er rapað. Onkrastaðni koppaði ein flaggstong, og í einum føri loysnaði ein rygg-ás.
Ein bátur í Kaldbaksfirði hekk í morgun í einum enda, og tekjan á timburhandlinum í Klaksvík mundi farið.
Størsti skaðin var í morgun klokkan hálvgum átta, tá ið takið fór oman av SÍ-húsinum í Sørvági. Skaðin var so mikið stórur, at alt sløkkiliðið fór avstað.