Stormur um alt landið

Við Norðaraskarð er kolandi stormur, meðan tað bæði er stormur í Mykinesi og í Suðuroynni.

Hóast veðurforsagnirnar í morgun lovaðu nakað av vindi í kvøld, so var lítið sum bendi á, at veðrið í løtuni var í væntu.

 

Kortini kemst ikki uttanum, at nú er nógvur vindur um stóran part av landinum.

 

Tað er útsynningur sunnan í ættini, og sambært Landsverki er tað í løtuni kolandi stormur við Norðaraskarð á Oyggjarvegnum. Um Gjáarskarð, um Gøtueiði, í Mykinesi, við Velbastaðsháls, í Brekkuni Stóru í Sandoy og um Porkerisháls er stormur. Við Heltnina á Oyndarfjarðarvegnum er skrið og tað er tað eisini á Hálsi í Sandavági.

 

Á Kambsdali og í Syðradali er hvassur vindur og á Leiti á Viðareiðisvegnum er eitt stívt andøvsgul.

 

Hvirlurnar eru eisini harðar, onkrastaðni upp í 44 m/s.

 

Sambært íslendsku veðursíðuni Belgingur.is og norsku yr.no verður vindurin nakað tað sama til út móti midnátt. Náttartímarnar makar hann vindin niður í hvassan vind av vestri.