Tað er sera nógvur vindur norðanfyri í landinum í løtuni.
Veðurmátararnir hjá Landsverk boða frá stormi bæði um Gjáarskarð og um Heltnina á Oyndarfjarðarvegnum, í hvirlunum upp í 37 m/s.
Um Høgareyn er skrið, í hvirlunum upp í 25 m/s og eystanfyri Norðskálatunnilin var hvassur vindur, upp í 25 m/s.
Annars sigur DMI um veðrið í dag, at tað verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, og møguliga harðar hvirlur. Turt og yvirhøvur skýggjað og támut, men út á dagin møguliga sólglottar. Í nátt sum frá líður skýggjað og út á náttina møguliga regn. Hitin millum 10 og 13 stig.