Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar vaksandi vind sum vikan líður og hósdagin og fríggjadagin verður stormur av útsynningi og útnyrðingi. Leygardagin minkar hann tó vindin aftur.
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og sólglottar, men okkurt æli, partvís kavi. Hitin millum tvey og fimm stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og fyrrapartin yvirhøvur turt, men seinnapartin reg. Hitin millum fimm og átta stig.
Hósdagin verður skrið ella stormur av útsynningi og ælingur, partvís kavi. Hitalagið millum eitt kuldastig og tvey hitastig.
Fríggjadagin verður stormur av útnyrðingi og kavaælingur, leygardagin minni vindur av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.