Stormur í gjár: Alt landið sera hart rakt

- Vit fingu fráboðanir frá øllum landinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Í gjár var illveður og tað viðførdi skaðar kring at kalla alt landið. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at í alt vóru 30 vindskaðar fráboðaðir. Fyrsta fráboðanin kom beint fyri klokkan 7 í gjáramorgun, meðan tann seinasta kom beint eftir klokkan 15.30 í gjár. 

 

 

Teir ógvusligastu skaðarnir vóru, at tekjur vórðu rivnar av fjósi á Viðareiði og einum skúri í Hvannasundi. Somuleiðis fór eitt eldri seyðahús í Sandavági í luftina alt sum tað var. Vakthavandi á løgreglustøðini í Hvan sigur, at skaðafráboðanir komu frá Klaksvík, Havn, Sandvík, Oyri, Hvannasundi, Viðareiði, Rituvík, Sandavági og frá fleiri øðrum støðum.  

 

 

Størri arbeiði í sambandi við illveðrið í gjár var millum annað, tá ið sløkkiliðið á staðnum mátti bjarga tekjuni á Bowlinghøllini í Havn, og tá ið tekjan á Klaksvíkar Timburhandli mundi rivið.