Fleiri lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi sendir komandi dagarnar brúgvaløg yvir Føroyar av útsynningi. Týsdagin fer eitt lágtrýst fram við bint sunnan fyri Føroyar, og síðani fylgir ein kaldur streymur av ælaveðri. Fríggjadagin fer væntandi eitt stormlágtrýst beint yvir Føroyum.
Týsdagin snarar hann vindin í ein sunnan og landsynningi, og makar vindin niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, men út á dagin skýggjað og regn serliga sunnanfyri og eystanfyri. Hitin um 5 stig. Týskvøldið og mikunáttina verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein útsynning og klárar í.
Mikudagin gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig. Um náttina vátaslettings- ella kavaæl og stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og vátaslettingur ella regn og hitin millum 3 og 5 stig. Um náttina snarar hann í ein landsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt regn- ella vátaslettingsælið, men út á náttina regn. Hitin millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s og regn. Seinni snarar hann í ein útsynning og øtlar upp í storm, 18 til 25 m/s. Tað klárar í, tó okkurt ælið. Hitin millum 4 og 8 stig. Um kvøldið og náttina makar hann spakuliga vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar vindin niður í ein eystan. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.