Stormur í dag

Veðrið í dag. Tað verður upp í skrið av útsynningi og vestri, 15-18 m/s, í støðum upp í storm, 23-25 m/s. Tað verður regn- og heglingsæl, men í støðum verður klárt.

 

Vindurin minkar seint í kvøld og í nátt niður í 13-18 m/s. Framhaldandi regn og ælaveður.

 

Hitin fer at liggja millum trý og átta stig.