Klokkan fimm minuttir í eitt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var farin út av vegnum í Hovi.
Hetta hendi nærindis skúladeplinum har suðuri.
Sera nógvur vindur er í økinum í løtuni, og Landsverk boðar frá vindi upp í 28 m/s í hvirlunum um Ørðaskarð. Málarin á Porkerishálsi er óvirkin.
Løgreglan sigur, at hóast bussurin hevur fingið nógvan skaða, var eingin persónsskaði. Førarin var einsamallur í bussinum.
Samstundis boðar Strandferðslan frá, at leið 700, sum koyrir millum Tvøroyri og Sumba, ikki koyrir meiri í dag vegna veður. Leið 701, millum Tvøroyri og Sandvík er eisini fyribils avlýst.
Myndirnar hevur Anfinn Leo tikið. Sí tvær myndir aftrat undir greinini her.