Stormlágtrýst eftir stormlágtrýst

Eitt stormlágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi fer í ein landnyrðing. Køld luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar av vestri og útsynningi. Fríggjanáttina fer eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing framvið beint norðan fyri Føroyar. Seinnapartin fríggjadagin fer eitt djúpt stormlágtrýst móti Íslandi sunnanífrá og tilhoyrandi brúgvaløgini nærkast Føroyum. Leygardagin fer stormlágtrýstið við Ísland spakuliga í ein eystan ella landnyrðing. Mánadagin fer ein veikur hátrýstsryggur framvið Føroyum úr útsynningi, men samstundis fer eitt lágtrýst vestan fyri Írland í ein landnyrðing norðan og dýpist.

 

Nú fyrrapartin verur andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hóskvøldið øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 20 m/s, um náttina snarar hann í ein vestan og útsynning. Eitt bil mest skýggjað og meiri regn, annars samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum eitt bil makar eitt sindur, men seinnapartin snarar í ein sunnan og øtlar aftur. Fyrst ælingur, men sólglottar, seinni samdrigið og regn. Um náttina verður sum frá líður hvassur vindur upp í storm av vestri og útynningi, við hørðum hvirlum. Tað klárar í, tó nøkur æl. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin verður skrið ella stormur av útsynningi og vestri, 18 til 23 m/s, eitt bil upp í hvassan storm í støðum, 25 m/s, við hørðum hvirlum, sum um náttina snarar í ein útnyrðing og vestan og makar nakað. Samdrigið og nógv æl, møguliga við heglingi ella vátaslettingi. Hitin alt døgnið millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum spakuliga makar og út á náttina verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís við heglingi ella vátaslettingi, um náttina yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina í støðum niður í frostmarkið.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, seinni strúkur í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av suðri. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Týsdagin verður allarhelst strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, sum seinni makar niður í gul til stívt andøvsgul. Skýggjað og regn ella ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi, seinni turt og tað klárar í. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig, um náttina frost fleiri staðni.