Stormaðu Sjónleikarhúsið í ´66 - eru saman enn

Í Nólsoy búgva Gunnvør og Hilmar Joensen. Tey eru lærarahjún og eru lærarar á einum hinum mest umrødda og vitjaða skúlanum í landinum, tí hann er so øðrvísi. Saman og hvør sær eru tey sera virkin innan felagslív og list og mangt annað. Vit kenna Hilmar frá leiklist og filmslist og Gunnvør frá myndlist. Nevnir ein Hilmar og Gunnvør, so hevur ein longu rent seg í eina ørgrynnu av nevndum, ætlanum, feløgum og áhugamálum. Hóast tey búgva í Nólsoy, so eru tey nógv í Havn og tey vilja heldur sigla teir 20. minuttirnar til friðaliga umhvørvið í Nólsoy, enn nýta hesar minuttir í eini bilbíðirøð í Havn. Men søgan um, hvussu tey hittust er stutt og greið, tí tað var 3. desember í 1966, tá fyrsti ungdómsuppreisturin var í Havn

Dagfinn Olsen


Ritan flytir sum ein balja á tí heldur illfýsna fjørðinum henda mánadagin í desember. Tá hon við ferð tekur svingið inn um bryggjuna í Nólsoy, síggjast fólk tysja úr hvørjum króki longur inni á bryggjuni. Undan neystum og húsarhornum koma tey, og leggja leiðina út eftir stutta molanum. Onkur við tasku og annar við hjólbøru, tí bilur er eingin. Onkur annar er tómhentur og heldur seg longur inni á bryggjuni, tí ørindini vóru ikki so stór, vildi bert skymast og forvitnast.

Brátt er ein av føstu tættunum í dagligu rútmuni av. Ritan hevur sett av og tikið inn og stevnir aftur til Havnar. Í Nólsoy gongur alt aftur sína vanligu gongd.


Síðani ´66

Uppi í skúlanum sita Hilmar og Gunnvør Joensen. Um Hilmar og Gunnvør verða spurd, hvussu tey hittust og nær, so svara bæði sum við ein munn, at tað var tann 3. desember 1966, tá tey stormaðu Sjónleikarhúsið. Dansur skuldi vera í Sjónleikarhúsinum, men onkur setti seg ímóti hesum. Tey ungu vildu hava dans og politi kom uppí og ungdómurin helt til beins.

Hilmar fekk í hondina á Gunnvør, júst sum hon mundi snávað um ein garð við Kommunuskúlan.

- Síðani hevur hon ikki slept, skemtar Hilmar, og tey leggja bæði afturat, at hetta helst er fyrsti ungdómsuppreisturin í Havnini. Seinni, í sjeytiárunum, var jú eisini rok um dansin í Havn.

Tá hetta við Sjónleikarhúsinum hendi, gekk Gunnvør á Læraraskúla og Hilmar gekk í Hoydølum.

Hilmar er úr Nólsoy og Gunnvør úr Havn. Hevði nakar tá sagt við hana, at hon endaði sum lærari í Nólsoy, so hevði hon sagt, at hetta var lygn.

Hilmar las til lærara í Danmark og síðani vóru tey bæði í 6 ár í Kommunuskúlanum í Havn.


Til Danmarkar

Gunnvør kann nú hátíðarhalda 30 ára dag sín sum lærari. Hon er í dag 53 ár og Hilmar er 52. Tey eiga 3 børn, sum eru 31, 27 og 16 ára gomul.

Í sjeyti árunum sóu tey eina lýsing, har søkt var eftir lærarapari til ein ungdómseftirskúla í Danmark. Tey søktu og fingu nærum starvið via telefon.

Hetta dámdi teimum væl og arbeiðið var gott. Tíðina á Bjerrehedes Ungdómsskole minnast tey sum eina læruríka tíð, har høvi og frælsi var at royna ymiskt annað innan skúlagott, enn vanligt er.

Har starvaðust tey í 8 ár. Frá 1977 til ´85, og kanska var grundin tá løgd fyri tí, ið seinni kom at síggjast aftur í skúlanum í Nólsoy, har ymiskt royndarvirksemi hevur verið.


Heim

Í 1985 avgjørdu tey at venda heim til Føroya. Danski veturin og landslagið segði lítið og einki. Eingi fjøll og einki hav.

Eisini vóru foreldrini vorðin gomul. Hilmar og Gunnvør søktu ymiskt, men valdu at fara til Nólsoyar


Eingin forðing

- Tá ein hevur roynt ymiskt, so er hetta sum eina basa, sigur Gunnvør.

Tað er eitt vælsignilsi at koma upp á morgni og hava ljósið, náttúruna og hav til báðar síður, sigur Hilmar.

- Ljósið. Eg fór aftur í gongd við at mála, tá vit komu til Nólsoyar, sigur Gunnvør.

Hilmar og Gunnvør eru samd um, at tað er eingin forðing at búgva í Nólsoy. Og Hilmar er sera virkin í Havn innan sjónleik og Gunnvør starvast partvís í Havn sum lærugreinaráðgevi.

Tey halda tó, at við sambandinum til høvuðsstaðin tríggjar ferðir dagliga er neyðugt at hava møguleika at liggja nátt í Havn og tað hava tey.

Hilmar minnir skemtiliga á øll tey í Havn, sum klokkan 8 á morgni ella klokkan 16 síggjast halda á bilróðrinum við trummandi fingrum. Tær longu bilrøðirnar, ið ganga spakuliga. Tað tekur eini 20 - 30 minuttir at koyra úr einum enda av Havnini og í annan. Tá vilja Hilmar og Gunnvør heldur nýta 20 minuttir umborð á Rituni og síðani hava frið og náttúru í Nólsoy.

- Sambandið er so gott og vit gera nógv við at fara við skúlabørnunum til Havnar til ymisk tiltøk, siga Hilmar og Gunnvør.


Skúlin

Og júst skúlin í Nólsoy hevur verið dúgliga umrøddur og vitjaður av t.d. læraraskúlanæmingum.

Gunnvør og Hilmar byrjaðu í smáum, t.d. við evnisvikum. Seinni kom eisini Sharon Weiss inn í myndina og ymiskt royndarvirksemi fór í gongd. Tímatalvan er ikki sum á flestu skúlum. Børnini eru býtt í 3 bólkar. Frá klokkan 8 til 10:30 eru grundtímar. T.d. rokning og mál. Klokkan 10:30 er felagstími og fríkorter. Tey skiftast at skipa fyri felagstímanum, har tey syngja sálmar, lesa Faðir Vár, syngja onkran sang ella hava upplestur. Hilmar og Gunnvør hava ábyrgdina hvør sín dag og so er ein dagur eftir til hvønn næmingabólk. Hilmar lesur ofta úr aktuellum tíðindum og fríggjadag verður ofta lisið úr tekstinum til komandi sunnudagin.

Tímarnar fyri døgurða er t.d. evnisarbeiði, mál, tónleikur og sertímar á skránni. Eftir døgurða er ymiskt. T.d. enskt, alisfrøði, sjálvarbeiði, ítrótt og ein dag er lærarafundur.

Skúlin í Nólsoy er eisini væl fyri við teldum. Eini 15 teldur eru til tey 30 børnini og bygdin er við í netsamstarvinum millum Funning, Famjin og Nólsoy.

Sjálvi halda Hilmar og Gunnvør, at størsti munurin millum skúlan í Nólsoy og flestu aðrar skúlar er, at tímatalvan er øðrvísi og at arbeitt verður nógv við verkætlanum.

30 børn eru í skúlanum. 5 familjur við íalt 14 børnum eru í seinastuni fluttar til Nólsoyar og allar 5 hava keypt hús.

Í løtuni er eingin næmingur í 6. flokki og heldur ikki í 9. flokki.

Tað er ikki so langt síðani, at framhaldsdeild kom í Nólsoy. Hetta var partur av royndarvirkseminum og loyvið er ikki varandi. Áður fóru nólsoyingar til Havnar í 8. flokk.


Vitja javnan

Javnan hava tey í Nólsoy praktikkantar og ofta eru læraralesandi í Nólsoy ein dag fyri at fylgja undirvísingini.

Eisini hava Hilmar og Gunnvør verið úti á øðrum skúlum og greitt frá, hvat tey fáast við í Nólsoy.


Sera virkin fólk

Nevnir ein Hilmar og Gunnvør, so hevur ein longu rent seg í eina ørgrynnu av nevndum, ætlanum, feløgum og áhugamálum.

Tað er ikki smávegis, ið kann heftast afturat teimum. Umframt lærarastarvið er Gunnvør lærugreinaráðgevi, myndlistafólk, nevndarlimur í endurstovnaða Móðurmálslærarafelagnum, hevur skeið í drama og er við í ymsum hjá Nordisk Ministerråd. Millum annað eini ætlan, ið nevnist Nordbok.

Hilmar spælir sjónleik og film, er við í Harmonikuliði, venur kór, er formaður í bygdarfelagnum, í nevnd fyri svimjihyl í Nólsoy, er lærari, hevur seyð og hevur eisini spælt nógv hondbólt. Eitt skifti var hann eisini í kommunal politiki, men tað metir hann í dag sum eitt mistak, m.a. tí onnur, ið eru betur egnað, eiga at taka sær av slíkum. Eisini er trupult at sameina leiklutirnar sum lærari og kommunupolitikari.

Bæði eru tey í dansifelagnum, ið fevnir um bæði føroyskan og gamlamanna dans.

Sjónleikurin hjá Hilmari byrjaði í tíðini á eftirskúlanum, men hann hevði ikki hildið, at hann skuldi gerast sjónleikari. Men tað letur til, at í Havn er ikki nóg mikið av mannfólki, ið spælir sjónleik. Tískil ferðast Hilmar nú til Havnar at venja ?Cabaret Óli P. - ár 2000

á veg?. Kanska fær hann frí jólaaftan og 1. jóladag. Hann má helst leiga sær bát til Nólsoyar nýggjársaftan.

Hilmar sigur uppá fyrispurning um, hvussu ein orkar slíkt, at tá hann kemur í Sjónleikarhúsið, so er tað ein heilt onnur verð og ein kemur í ein felagsskap undir heilt øðrum fyritreytum.

Hann sigur, at hetta gongur bert, tí tað er so lætt heima. Børnini eru vaksin, men sjálvandi verður klipt onkrastaðni, leggur hann afturat.

Hann heldur tó, at kanska er tað júst í sjónleikinum, at hann finnur orkuna.

Gunnvør hevur ætlanir um at fara í holt við sjónleikaraskúla fyri børn eftir jól. Hon hevur saman við Hjørdis Johansen áhuga fyri hesum. Hjørdis hevur slíkt virksemi í Havn, men Gunnvør vil fegin hava tað i Nólsoy eisini.


Leik í skúlanum

Gunnvør dámar væl at fáast við drama handan leiktjaldið og í skúlanum venja tey nú krubbuspæl. Hilmar spælir undir til sangirnar.

Hilmar er annars í gongd við tónleikarum, ið m.a. skulu spæla Sleðurock til jólahaldið í skúlanum og bæði trummur og guitarar eru í sving.


Børnini hava ábyrgd

Gunnvør sigur, at tey hava altíð verið virkin, men tað hevur týdning, at læra børnini at taka ábyrgd. Soleiðis eru tað ikki altíð Hilmar og Gunnvør, ið standa á odda longur í Nólsoy. Børnini klára sjálvi at skipa floksveitslur og annað.

Eitt gott dømi er Ovastevnan, har ungdómar sjálvur skipa fyri kabarett og øðrum.

- Tað hevur í hvussu er verið eitt av okkara málum, at tey gerast sjálvstøðug, siga Hilmar og Gunnvør.

- Ein er bert ein lítil brikkur og roynir so at gera sítt besta, men tey ungu klára tað óføra væl og taka eisini sjálvi stig til ymiskt, fegnast Hilmar.


Á veg

Klokkan nærkast 18:30 í Nólsoy og trúgv sum trøllið sæst Ritan leggja at. Myndamaðurin og eg skunda okkum undan neystinum, har vit hava krokað, og fáa okkum sess umborð, har eisini Gunnvør og Hilmar eru við.

Mánakvøld er og týsdag og mikudag starvast hon sum ráðgevi í Havn og Hilmar skal venja ?Cabaret Óli P - ár 2000 á veg?. Tískil eru tey nú á veg um Nólsoyarfjørð og her er eingin bíðirøð, bert smílandi andlit, sum vita við sær sjálvum, at um júst 20 minuttir eru tey komin um fjørðin. Eingir trummandi fingrar og stress. Og eins og í Nólsoy, so falla eisini eisini kavaflykrurnar spakuliga til jarðar á Bursatanga.