Stórir útsigrar

Champions League: Bæði Manchester City og Sporting Lisabon vunnu stórt fyrr í kvøld

Tað er aftur Champions League á skránni. Í kvøld verða helmingurin av dystunum í 3. umfari í bólkaspælinum. Tveir dystir vóru fyrr í kvøld. Manchester City vann 5-1 á Club Brugge í Belgia, og Sporting Lisabon vann 4-1 á Besiktas í Turkalandi.

 

Club Brugge vann í fyrsta umfari á Paris Saint Germain, men í dag kom belgiska stórfelagið niður aftur á jørðina. Manchester City var greitt omaná allan dystin og vann 5-1. Joao Cancelo legði Manchester City á odda við góðari renning afturum vejruna. Løtu seinni var brotsspark, sum Riyad Mahrez umsetti til mál.

 

Kyle Walker, ungi Cole Palmer og Riyad Mahrez settu punktum við málum í seinna hálvleiki, meðan Club Brugge bara megnaði at minka um munin eina ferð. Manchester City hevur seks stig, meðan Club Brugge hevur fýra stig. Hini liðini í bólkinum eru PSG og RB Leipzig.

 

Í bólki C vann Sporting Lisabon botndystin móti Besiktas. Portugisisku meistararnir vunnu heili 4-1 og eru nú komnir á talvuna. Ajax og Borussia Dortmund eru favorittar at vinna bólkin.