Stórir og ógagnnýttir møguleikar í veitingarvinnuni

Sjúrður Skaale skipaði í morgun fyri tíðindafundi um Føroyar sum tænastudepil hjá maritimu vinnuni

Sjúrður Skaale skipaði saman við Oljuvinnufelagnum undir Vinnuhúsinum fyri einum tíðindafundi á Öström í morgun, har greitt var frá arbeiðinum við at lýsa Føroyar sum ein tænastudepil fyri maritimu vinnuni.

 

Oljuvirksemi í norskum og bretskum sjógvi ger, at nógv skipaferðsla er á okkara leiðum. Nógv farmaskip leggja eisini leiðina tætt fram við Føroyum og í tráð við at norðpólurin smeltar, verður tosað meiri og meiri um tær nýggju farleiðir, sum kunnu standast av hesum broytingum.

 

Øll hesi skipini hava brúk fyri tænastum av ymiskum slag, olju, mati, vatni, umvælingum og onkur skifta eisini manning. Her er tað, at Føroyar, við síni staðseting mitt í norðuratlantshavi, kunnu marknaðarføra seg sjálvar sum ein tænastudepil, fullgóðan og kappingarføran í mun til onnur lond á okkara leiðum.

 

- Tað eru stórir, ógagnnýttir møguleikar í hesum, nógvir pengar, sum kundu verið eitt gott íkast til føroysku vinnuna, sigur Sjúrður Skaale, sum í stóran mun hevur verið primus motor í hesi verkætlanini seinastu tíðina. Hann vísir á, at hvørja ferð eitt skip leggur seg við ein føroyskan bryggjukant, gevur tað inntøkur. Eitt stórt ferðamannaskip, ið liggur á Havnini í fýra tímar, rindar 250.000 krónur í kassan fyri tað.

 

Sjúrður Skaale sigur, at fleiri føroyskar fyritøkur hava roynt at marknaðarført seg móti maritimu vinnuni, so sum Magn, Statoil í Føroyum og MEST, men afturmeldingarnar tey fáa er hin sama: Fyritøkurnar hava tørv á eini heildarloysn, ikki á einkultum tilboðum.

 

- Oljuævintýrið gjørdist ikki heilt tað, vit vónaðu, men kortini er ein stór frálandavinna sprottin burtur úr. Ilt er at siga, hvussu næsta útbjóðingarumfarið, sum verður í 2017 fer at hilnast, tó at vónirnar kanska ikki eru so góðar, men tað er týdningarmikið, at vit í staðin gagnnýta hesa tíðina at betra um umstøðurnar, sigur Sjúrður Skaale, og nevnir millum annað, at hetta er ein góð tíð at menna tilbúgvingina, útbyggja havnirnar og betra um lóggávuna á økinum.

 

Sjúrður Skaale hevur staðið á odda fyri hesi verkætlanini seinastu tíðina, men nú hevur hann valt at lata ábyrgdina yvir til Vinnuhúsið.

- Eg kom upp í hetta arbeiðið, tí eg sá møguleikarnar á økinum, og sum fólkatingslimur havi eg roynt at nýta mítt netverk at leggja til rættis fyri tiltøkum og knýta eitt størri netverk, men satt at siga, so er tað løgið, at ein politiskur flokkur skal standa fyri hesum. Tað gevur onga meining, at feløg skulu seta seg í samband við Javnaðarflokkin, tað verður ov partapolitiskt. Tí havi eg nú, í samstarvi við Oljuvinnufelagið og Vinnuhúsið, valt at leggja ábyrgdina yvir á tey. So framyvir verður tað Vinnuhúsið, ið stendur fyri marknaðarføringini av Føroyum sum tænatudepil hjá maritimu vinnuni, sigur Sjúrður Skaale.