Sløkkiliðið í London hevur í kvøld sett í verk »major incident«, tá fleiri stórir eldar herja í bretska høvuðsstaðnum.
Lýsingini »major incident« kann umsetast til ein størri álvarsama hending. Tað merkir, at talan er um neyðstøðu, sum krevur, at tilbúgvingin setir verk serligar skipanir.
– Sløkkiliðsfólk nøkta enn tørvin í lokalsamfelagnum, men fráboðanin »major incident« gevur okkum møguleikan fyri at fokusera upp á tilfeingi okkara, sigur sløkkiliðið.
Bretland er rakt av sera ógvusligari hitabylgju. Tað hevur ført til methøgan hita nógva staðni í landinum.
Í dag er hægsti hiti nakrantíð máldur í landinum. Hitin vísti 40,2 stig á flogvøllinum í Heathrow í London.
Hitin merkir øktan vanda fyri millum annað náttúrueldi.
Sløkkiliðið í høvuðsstaðnum hevur millum annað sent 30 sløkkiliðsbilar til eld í grasi í eystara London.
/ritzau/Reuters.










