Í fjør var tað við sigri ímóti NSÍ í steypafinaluni, at B36 tryggjaði sær rættin at luttaka í europeisku kappingini í summar.
Í kvøld var lutakast um, hvussu liðini skulu dystast í fjórðingsfinaluni, sum verður mikudagin 18. mai. B36 er partur av fjórðingsfinaluni, og lutakastið lagaði tað soleiðis, at B36 í fjåorðingsfinaluni skal spæla á heimavølli ímóti Víkingi.
B36 hevur einaferð fyrr í ár havt vitjan av Víkingi. Tað var 3. apríl, tá ið fjórða umfar var á skránni. Ta ferðina var Víkingur greitt omaná. Víkingarnir vunnu sannførandi 3-0. Sølvi Vatnhamar setti beinanvegin hol á við brotssparki, og ein minutt undan steðginum og tíggju minuttir eftir steðgin skoraði Andreas Lava Olsen.
KÍ, sum ikki hevur verið í hálvfinaluni síðani í 2019, verður ímóti ÍF á heimavølli stórfavorittur í fjórðingsfinaluni.
HB, sum seinast vann løgmanssteypið í 2020, verður stórfavorittur á heimavølli ímóti grannunum í AB.
Og so er verður fjórða liðið í hálvfinaluni 07 Vestur ella TB, sum í fjórðingsfinaluni hittast í Trongisvági.
07 Vestur hevur ikki verið í hálvfinaluni síðani 2011, tá ið tað samantalt endaði 2-2 ímóti ÍF, sum vann seg í finaluni, tí dysturin í Fuglafirði endaði 1-0 og tann í Sørvági 2-1 til heimaliðið.
TB var í hálvfinaluni í 2018, tá ið TB/FCS/Royn tapti 4-2 á útivølli og 4-0 á heimavølli ímóti B36.